Blog Image

Dvølja

Borðprýði

Blómur Posted on Sun, August 12, 2012 09:50:06

Foreldrini høvdu stóran rundan føðingardag herfyri, og eg slapp at gera borðprýði til dagin. Eg keypti stórar gerberur í gulum, orange og pink. Eisini keypti eg ein stóran urtapott við margirittum, og so fór eg útum at henta hendan mosan við lillalittum blómum. Koyrdi mosan og margiritturnar niður í eitt vínglas. Gerberuna klipti eg til, so at hon akkurát kom upp um kantin av glasinum.

Serviettar og ljós vóru eisini í sterkum litum. Pink, orange og grønt.



Barnsburðarfarloyvi

Matur Posted on Wed, July 18, 2012 21:25:02

Gangi heima í barnsburðarfarloyvi í løtuni. Eg hugni mær saman við lítla nýfødda soninum, sum er ein so góður drongur, at eg eisini havi tíð til at stákast í køkinum og baka.

Vit høvdu mammubólk nú ein dagin, og tá bakaði eg hesa deiligu køkuna til allar mammurnar, sum komu at vitja.

Uppskrift til køkuna er her: Dvølja-dópur

Uppskrift til fondant er her: Summardvølja

Ein vinkona hevur eisini átt fyri stuttum. Til hana og hennara lítlu diddu bakaði eg hesar lekru jarðberja muffinsarnar

Hetta eru vanligir vanilju muffins við amerikanskari icing, uppskrift finnur tú her: Vaniljumuffins á síðu 17

Eg brúki sera ofta hesa uppskriftina og so koyri eg okkurt lekkurt í. Sum her, frísk jarðber. Onkuntíð hakkaða hvíta ella mjólkasjokulátu, marcipan, bláber ella smartis.



Rækjubland við avokado

Matur Posted on Fri, June 22, 2012 11:25:13

Til fýra folk

2 avokado

2 fet hvítleyk

sitrónsaft

200gr pilkaðar rækjur

1 dl súrróma 18%

cherry tomatir

sitrón

agurk

salt og pipar

Flys og mosa avokadofruktirnar, pressa hvítleykin. Rør avokadomos, hvítleyk og súrróma saman. Smakka til við sitrónsaft, salt og pipar.

Koyr blandingina í eitt glas, legg rækjur oman á. Pynta við tomat, agurk og sitrón.



Smoothies

Matur Posted on Tue, January 24, 2012 11:59:01

Havi verið heima seinastu vikuna, og havi havt hug og tíð til at eksperimentera eitt sindur við smoothies. Fýra uppskriftir komu burturúr.

Av tí at eg elski at taka myndir og júst nú lesi eina bók um foodphotography, havi eg eisini tikið myndir av øllum mínum nýggju smoothies. Hetta er úrslitið:

http://issuu.com/dvolja/docs/smoothie_bok

Myndir: www.johannathomsen.com



Kaktus

Matur Posted on Fri, September 30, 2011 18:19:13

Sonurin ynskti sær eitt træ, sum er í cowboy-landi, til sín 4 ára føðingardag. Vit gjørdu so hendan kaktusin úr brúnari skuffukøku, smørkrem við grønari fruktliting var sproytað omaná og síðani kliptu vit brúnar lissur til nálir. Vit litaðu eitt sindur av sukur við gulari fruktliting og stroyddu tað rundan um sum sand. Føðingardagsbarnið var sera vælnøgdur við kaktusin.



Smartir bakkar

Bloggur Posted on Mon, August 15, 2011 13:22:08

Kom fram á hesa myndina inni á Facebook í dag. Haldi at hetta er eitt sera gott hugskot. Gamlar rammur gjørdar um til smartar bakkar.



Dvølja V

Dvølja Posted on Thu, August 11, 2011 14:25:37

Dvølja V kann lesast her



Blómur júst nú

Blómur Posted on Fri, August 05, 2011 00:14:23

Hendan blómusamansetingin er gjørd úr blómum úr havanum og berjalyngi og mosa, ið er hentaður runt Toftavatn. Her havi eg brúkt eitt kakufat í trimum hæddum. Nakað av oasis og alskyns blómur.

Hesa árstíð eru so nógvar vakrar blómur í Føroyum, bæði í urtagørðum og úti í náttúruni. Fá størri gleði av hesum blómum, tak tær inn, set tær í vasa ella ger eina dekoratión, sum omanfyri.



« PreviousNext »