Blog Image

Dvølja

lekkur armbond

Binding og hekling Posted on Fri, August 01, 2014 12:14:49

Super smart armbond og mega løtt at gera.

Armbondini eru fingrabundin. Nú havi eg endiliga gjørt okkurt smart og brúkbart burturúr fingrabinding. Sum smágenta bundu vit ofta fingrabinding burturúr tógvrestum hjá mammu. Vit bundu langar strimlar, sum ikki kundu brúkast til nakað. Eg minnist at eg einaferð prøvaði at gera mær eina tasku burturúr fingrabundnu strimlunum, men tað riggaði ikki. Burdi kanska roynt tað aftur nú. Eina aðru ferð bundu eg og ein vinkona eina rúgvu av strimlum og bundu teir saman til teir komu allan vegin runt um húsini hjá okkum.


Hesi armbondini eru bundin burtur úr Hooked zpagetti, sum fæst í alskyns litum, eg havi valt hesar ljósu pastell og summarligu litirnir. Men eisini ber til at klippa eina gamla t-shirt í strimlar og binda við tí.


Bind vanliga fingrabinding, men kasta bara uppá tríggjar ella fýra fingrar. Brúkar tú allar fimm fingrarnar, verður armbandið ov tjúkt. Bint til tú fært tað um armin, tak av og knýt endarnar saman. Set síðani eina stóra perlu á hvønn enda og knýt.



Uglan á høvdinum

Binding og hekling Posted on Sat, September 08, 2012 20:27:10

Nú gerast kvøldini myrkari og myrkari. Bindiklubbarnir byrja aftur – so deiligt at koma saman við góðum vinkonum, práta, binda, eta – mmm allur tann lekri bindiklubbamaturin, nýggjar uppskriftir skulu roynast og vit taka stokkarnar fram aftur, eftir at teir hava hvílt seg í nakrar mánaðar. Ein deilig tíð.

Sjálv gleði eg meg at hava bindiklubb, eg fari at royna onkra nýggja uppskrift og tað er so hugaligt at hava bindiklubban sum “prøvikaninir”

Vit eru so smátt byrjaðar aftur við bindiklubbunum og hesa húgvuna havi eg bundið, nú teir fyrstu bindiklubbarnar eftir summarsteðgin.

Eg havi sæð so nógvar fittar ugluhúgvur á netinum í seinastuni, eg helt at Lukas hevði verið mega cute við einari uglu á høvdinum. So eg fann mær tvey-tráða navia restir fram, kastaði uppá og hetta er úrslitið. Eg haldi at hann er ordiliga fittur í ugluhúgvuni.

Nøkunlunda soleiðis er hon bundin: Hon er bundin úr erva og niðureftir. 36 eygu á stokk nr 6, havi lagt tveir tráðir saman. Havi tikið uppá allan vegin niður. Tá húgvan er umleið 16 cm, havi eg bundi tveir oyraklaffar, byrja við 11 eygum og so tikið av til bara 3 eru eftir. Loysti av og heklaði ein ljósabláan kant allanvegin runt.

Eyguni eru heklaði og nevið er bundið. Bindibondini eru flættaði.

Til okkum sum ikki eru so stinn í hekling so eru tvær síður við heklivegleiðingum her:

http://carina-howto.blogspot.com/p/hkle-vejledning.html

http://www.garnstudio.com/lang/dk/video.php?sort=2&thumbnails=on&categoryid=2



Skorsteinur

Binding og hekling Posted on Wed, October 20, 2010 12:11:32

Ein heimabundin skorsteinur, ella rør, í lekrum heystlitum frá Navia, kemur væl við, nú kuldin er farin at gera um seg, og tað aftur er farið at kava her á klettunum.

Kasta 100 eygu av trýtráða tógvi á stokk nr. 7. Bind ymisk mynstur, til skorsteinurin er umleið 45cm langur. Skorsteinurin er bundin úr nýggjum litum frá Navia – appelsingult, blátt, myrkt lilla og hvítt.

Øll mynstrini eru úr bókini Føroysk bindingarmynstur.



Oldemors teppi

Binding og hekling Posted on Thu, August 12, 2010 16:40:57

Tá ið eg gekk við yngra soninum, heklaði eg honum eitt ”oldemors” teppi. Oldemors teppini eru vanliga smáir heklaðir fýrakantar í ymsum litum. Mær dámdi tó betur stórar fýrakantar og valdi at gera eitt teppi við sekstan stórum fýrakantum í fýra ymsikum litsamansetingum.

Eg havi brúkt Navia Trio. Svart, hvítt, ljósa blátt, myrka blátt og ljósa grønt. Heklinál nr. 5.

Uppskriftina til teppi finnur tú her