Blog Image

Dvølja

Rabarbur og eitt sindur av sukur

Matur Posted on Thu, July 31, 2014 15:52:48

Eg havi altíð sagt at eg skal ikki hava nakran serligan hava, men ein køksgarð, tað skal eg hava! So tá eg fekk nakrar rabarburøtur úr Hvalba í vár gjørdi maðurin mær ein lítlan kassa at seta røturnar niður í. Ikki vóru røturnar nógvar, so eg keypti eisini fræ til rukola, persille og grønertrar. Saman við synunum hjá mær settu eg alt hetta niður fyrst í juni.

Spennandi hevur verið at fyljga við. Fyrst lítlir spírar, so lítlar plantur og so tá vit tóku tey fyrstu rukola inn og gjørdu eina lekra salat afturvið døgverðanum.

Og nú beint áðrenn ólavsøku sá køks-kassin hjá mær soleiðis út:


Nú veit eg at tað ber væl til at gera ein køksgarð uttanfyri hjá mær. Næsta ár verður tað ein størri køksgarður at fylgja við í. Fleiri ymiskar urtir og grønmeti og nógvar rabarbur. Eg elski alt sum hevur við rabarbur í, rabarbusúltutoy, rabarbutertur, rabarbumuffins, rabarbuís, rabarbusaft, ja so at siga alt sum hevur rabarbur er lekkurt.

Eg tók tær stórstu rabarburnar inn nú ein dagin, kókaði súltutoy og í meðan eg koyrdi tilfarið í grýtuna, kom eg at hugsa um ommu mína. Her stóð eg og tók tær rabarburnar, sum vóru klára, skar tær sundur koyrdi tær í grýtuna, nakað av sukur og so eitt sindur av vanilju. Eg plagdi at irriterast inn á ommu og mammu tá eg bað um uppskrift og tær søgdu “eitt sindur” av hesum ella hasum. “Eitt sindur”!! hvussu nógv er tað? Men nú geri eg tað sama, “eitt sindur” kemur sikkurt við árunum.
Eg minnist hvussu omma plagdi at koyra alt tilfarið til pannukøkur í bollan, onki við at viga ella máta, bara eitt sindur av hasum og eitt sindur av hesum og so pískaði hon við fullari ferð við pískirísi. Og hon gjørdi tær lekrastu pannukøkurnar! Hon gav okkum børnum pannukøkur við heimagjørdum rabarbusúltutoy, sum var kókað av rabarbum, sum hon hevði í havanum og eitt sindur av sukur.



Pizzasniglar

Matur Posted on Wed, December 12, 2012 12:04:18

Tá eg baki pizzasniglar, fara teir ofta sundur í ovninum. Hetta helt eg var eitt sindur keðiligt, so seinast eg bakað sniglar, koyrdi eg teir í eina muffins-bakiplátu.

Úrslitið varð trillrundir pizzasniglar.



Bindiklubbakøkur

Matur Posted on Sat, September 15, 2012 16:55:23

So var tað mín túrur at hava bindiklubb í gjár. Og sjálvandi skuldi eg royna okkurt nýtt. Tað fyrsta var hesir lekru sjokuláta/guff/jarðber-muffinsarnir.

Uppskrift til guff er her

Muffinsarnir eru bara vanligur brúnir muffinsar, sjokulátan er ein góð myrk sjokuláta.

So eg fór út á netið og surfaði eina løtu og kom fram á eina lemon curd crepe cake. Eg helt at tað sá so óalmindiliga lekkurt út.

Uppskriftin liggur her

Úrslitið hjá mær er her

Má siga at hon var eitt sindur skuffandi. Smakkaði ikki líka væl, sum hon sær út. Men eg haldi at ein pannukøkulagkøku er ordiliga stuttlig at hava á borðinum, so tað fari eg at gera aftur, men næstuferð verður tað nokk við vaniljukrem og róma við jarberðum í millum.



Barnsburðarfarloyvi

Matur Posted on Wed, July 18, 2012 21:25:02

Gangi heima í barnsburðarfarloyvi í løtuni. Eg hugni mær saman við lítla nýfødda soninum, sum er ein so góður drongur, at eg eisini havi tíð til at stákast í køkinum og baka.

Vit høvdu mammubólk nú ein dagin, og tá bakaði eg hesa deiligu køkuna til allar mammurnar, sum komu at vitja.

Uppskrift til køkuna er her: Dvølja-dópur

Uppskrift til fondant er her: Summardvølja

Ein vinkona hevur eisini átt fyri stuttum. Til hana og hennara lítlu diddu bakaði eg hesar lekru jarðberja muffinsarnar

Hetta eru vanligir vanilju muffins við amerikanskari icing, uppskrift finnur tú her: Vaniljumuffins á síðu 17

Eg brúki sera ofta hesa uppskriftina og so koyri eg okkurt lekkurt í. Sum her, frísk jarðber. Onkuntíð hakkaða hvíta ella mjólkasjokulátu, marcipan, bláber ella smartis.



Rækjubland við avokado

Matur Posted on Fri, June 22, 2012 11:25:13

Til fýra folk

2 avokado

2 fet hvítleyk

sitrónsaft

200gr pilkaðar rækjur

1 dl súrróma 18%

cherry tomatir

sitrón

agurk

salt og pipar

Flys og mosa avokadofruktirnar, pressa hvítleykin. Rør avokadomos, hvítleyk og súrróma saman. Smakka til við sitrónsaft, salt og pipar.

Koyr blandingina í eitt glas, legg rækjur oman á. Pynta við tomat, agurk og sitrón.



Smoothies

Matur Posted on Tue, January 24, 2012 11:59:01

Havi verið heima seinastu vikuna, og havi havt hug og tíð til at eksperimentera eitt sindur við smoothies. Fýra uppskriftir komu burturúr.

Av tí at eg elski at taka myndir og júst nú lesi eina bók um foodphotography, havi eg eisini tikið myndir av øllum mínum nýggju smoothies. Hetta er úrslitið:

http://issuu.com/dvolja/docs/smoothie_bok

Myndir: www.johannathomsen.com



Kaktus

Matur Posted on Fri, September 30, 2011 18:19:13

Sonurin ynskti sær eitt træ, sum er í cowboy-landi, til sín 4 ára føðingardag. Vit gjørdu so hendan kaktusin úr brúnari skuffukøku, smørkrem við grønari fruktliting var sproytað omaná og síðani kliptu vit brúnar lissur til nálir. Vit litaðu eitt sindur av sukur við gulari fruktliting og stroyddu tað rundan um sum sand. Føðingardagsbarnið var sera vælnøgdur við kaktusin.



Ommukrem

Matur Posted on Wed, July 06, 2011 14:42:17

200gr plantumargarin

250gr florsukur

2-3spk kaka

1tsk vaniljusukur

1pst eggjablomma (smakkar eisini væl uttan blommu)

Koyr alt í ein bolla og píska væl.



Next »