Blog Image

Dvølja

Borðprýði

Blómur Posted on Sun, August 12, 2012 09:50:06

Foreldrini høvdu stóran rundan føðingardag herfyri, og eg slapp at gera borðprýði til dagin. Eg keypti stórar gerberur í gulum, orange og pink. Eisini keypti eg ein stóran urtapott við margirittum, og so fór eg útum at henta hendan mosan við lillalittum blómum. Koyrdi mosan og margiritturnar niður í eitt vínglas. Gerberuna klipti eg til, so at hon akkurát kom upp um kantin av glasinum.

Serviettar og ljós vóru eisini í sterkum litum. Pink, orange og grønt.



Blómur júst nú

Blómur Posted on Fri, August 05, 2011 00:14:23

Hendan blómusamansetingin er gjørd úr blómum úr havanum og berjalyngi og mosa, ið er hentaður runt Toftavatn. Her havi eg brúkt eitt kakufat í trimum hæddum. Nakað av oasis og alskyns blómur.

Hesa árstíð eru so nógvar vakrar blómur í Føroyum, bæði í urtagørðum og úti í náttúruni. Fá størri gleði av hesum blómum, tak tær inn, set tær í vasa ella ger eina dekoratión, sum omanfyri.



Rósur á Valentin

Blómur Posted on Sat, February 12, 2011 19:10:12

…ella onkran annan dag.

Ein fitt og løtt dekoratión til ein romantiskan dag. Eitt silvurlitt fat, forma sum eitt hjartablað. Rósur, keyptar í bunti í einum stórum matvøruhandli. Oasis, reyðan stáltráð. Tvær greinar úr havanum, eitt lítið silvur hjarta og tveir fittir fuglar.

Sker oasis í eina hóskandi stódd, legg tað í vatn. Legg greinarnar saman og vikla stáltráð um har, tær koma saman. Legg á fatið, set fuglarnar á greinarnar. Legg oasis á fatið, legg hjarta á oasis. Klipp rósurnar av uml 1½ cm frá høvdinum. Set rósurnar í oasis og legg bløð runt um.

Tveir hvítir lovebirds hava sett seg á greinarnar.