Blog Image

Dvølja

Innbjóðingskort

Bloggur Posted on Tue, January 22, 2013 19:51:24

Januar og februar eru teir mánaðirnir, har brúðarpørini, sum skulu giftast um summari, byrja at hugsa og planleggja litir, blómur, pynt, menú og 100 onnur ting til teirra brúdleyp.

Sjálv eri eg langt síðani gift, men eg havi kortini sitið og spælt mær við innbjóðingskortum. Her eru nøkur, sum eg eri komin fram til:

Silvur/grátt

Grátt karton, silvur hálvtransperant papír, blomsturband, hvítt papír og ein hjarta-holara.

Svart og lilla

Svart karton, hvítt papír, lilla band, silvur-lím til límpistól og hjarta-forseglara.

Nógvir litir

Gult karton, hvítt papír og grønt silkiband




Dreingjakamar

Bloggur Posted on Sat, September 22, 2012 21:03:26

Nú var tíð uppá at gera kamari hjá mínum knapt fimm ára gamla drongi liðugt. Hann hevur eitt deiligt kamar, men tað hevur allatíð mangla okkurt runt um songina. Tað bleiv so til eitt “city skyline” í bláum og grønum.

Eg havi brúkt málaratape til at “tekna” býin uppá veggin og klipt lítlar fýrakantar av tape til vindeygu.

So er at bara at mála. Eg havi málað tveir umgangir av Lady veggja máling.

So at pilka alt tapið av aftur. Tá kemur tann stuttligi býurin fram

Ein annar veggur í kamarinum er í sama grøna liti, sum tað nýggja city skyline er. Á hesum vegginum eru tríggir bláir bilar úr wallstickers.



Smartir bakkar

Bloggur Posted on Mon, August 15, 2011 13:22:08

Kom fram á hesa myndina inni á Facebook í dag. Haldi at hetta er eitt sera gott hugskot. Gamlar rammur gjørdar um til smartar bakkar.



Trøllagrein

Bloggur Posted on Wed, February 09, 2011 11:35:30

Keypti mær tvær trøllagreinar til jólar, sproytaði ta einu hvíta og hina silvur. Eg hongdi tær upp móti vegginum í stovuni, pyntaði tær við ymiskum silvurlittum og hvítum jólaprýði og hongdi eitt perusett á tær.

Tá vit so komu inn í 2011 og eg tók alt jólapyntið niður, helt eg at hesar greinarnar kundu sleppa at hanga uppi eina tíð enn. Eg tók jólaprýði av greinunum og setti ymiskar firvaldar á. Bæði hvítar firvaldar og firvaldar í klárum litum. Eisini eru nakrir fuglar komnir at sita á greinunum.



Nýggj heimasíða

Bloggur Posted on Wed, January 19, 2011 13:37:57

Dvølja hevur fingið nýggja heimasíðu www.dvolja.com.

Á heimasíðuni eru leinkjur til bløðini og eisinni ber til at taka bløðini niður sum pdf fílar.



Myndirnar

Bloggur Posted on Wed, January 19, 2011 13:34:12

Jóhanna Thomsen tekur allar myndirnar í Dvølju. Hygg eftir fleiri myndum hjá Jóhannu á heimasíðuni www.johannathomsen.com



Jóladvølja

Bloggur Posted on Fri, November 19, 2010 12:51:06

Nú nærkast til stóra jólablaðið hjá Dvølju kemur út. Dvølja er á tremur við hugnaligum jóladagdvøljum.

Jólabakstur, adventskransar, jólagávuhugskot, pakka gávuna inn og jólapynt. Alt í ymiskum stíli. Litríkt, romantiskt, annaleiðis.



Dvølja á Facebook

Bloggur Posted on Wed, September 08, 2010 12:43:52

Dvølja er nú á Facebook.

20. september verður lutakast millum øll, sum “Dáma” Dvølju á Facebook. Vinningurin er ein pakki við tilfari til eitt knýtt armband.



Next »