Super smart armbond og mega løtt at gera.

Armbondini eru fingrabundin. Nú havi eg endiliga gjørt okkurt smart og brúkbart burturúr fingrabinding. Sum smágenta bundu vit ofta fingrabinding burturúr tógvrestum hjá mammu. Vit bundu langar strimlar, sum ikki kundu brúkast til nakað. Eg minnist at eg einaferð prøvaði at gera mær eina tasku burturúr fingrabundnu strimlunum, men tað riggaði ikki. Burdi kanska roynt tað aftur nú. Eina aðru ferð bundu eg og ein vinkona eina rúgvu av strimlum og bundu teir saman til teir komu allan vegin runt um húsini hjá okkum.


Hesi armbondini eru bundin burtur úr Hooked zpagetti, sum fæst í alskyns litum, eg havi valt hesar ljósu pastell og summarligu litirnir. Men eisini ber til at klippa eina gamla t-shirt í strimlar og binda við tí.


Bind vanliga fingrabinding, men kasta bara uppá tríggjar ella fýra fingrar. Brúkar tú allar fimm fingrarnar, verður armbandið ov tjúkt. Bint til tú fært tað um armin, tak av og knýt endarnar saman. Set síðani eina stóra perlu á hvønn enda og knýt.