Eg havi altíð sagt at eg skal ikki hava nakran serligan hava, men ein køksgarð, tað skal eg hava! So tá eg fekk nakrar rabarburøtur úr Hvalba í vár gjørdi maðurin mær ein lítlan kassa at seta røturnar niður í. Ikki vóru røturnar nógvar, so eg keypti eisini fræ til rukola, persille og grønertrar. Saman við synunum hjá mær settu eg alt hetta niður fyrst í juni.

Spennandi hevur verið at fyljga við. Fyrst lítlir spírar, so lítlar plantur og so tá vit tóku tey fyrstu rukola inn og gjørdu eina lekra salat afturvið døgverðanum.

Og nú beint áðrenn ólavsøku sá køks-kassin hjá mær soleiðis út:


Nú veit eg at tað ber væl til at gera ein køksgarð uttanfyri hjá mær. Næsta ár verður tað ein størri køksgarður at fylgja við í. Fleiri ymiskar urtir og grønmeti og nógvar rabarbur. Eg elski alt sum hevur við rabarbur í, rabarbusúltutoy, rabarbutertur, rabarbumuffins, rabarbuís, rabarbusaft, ja so at siga alt sum hevur rabarbur er lekkurt.

Eg tók tær stórstu rabarburnar inn nú ein dagin, kókaði súltutoy og í meðan eg koyrdi tilfarið í grýtuna, kom eg at hugsa um ommu mína. Her stóð eg og tók tær rabarburnar, sum vóru klára, skar tær sundur koyrdi tær í grýtuna, nakað av sukur og so eitt sindur av vanilju. Eg plagdi at irriterast inn á ommu og mammu tá eg bað um uppskrift og tær søgdu “eitt sindur” av hesum ella hasum. “Eitt sindur”!! hvussu nógv er tað? Men nú geri eg tað sama, “eitt sindur” kemur sikkurt við árunum.
Eg minnist hvussu omma plagdi at koyra alt tilfarið til pannukøkur í bollan, onki við at viga ella máta, bara eitt sindur av hasum og eitt sindur av hesum og so pískaði hon við fullari ferð við pískirísi. Og hon gjørdi tær lekrastu pannukøkurnar! Hon gav okkum børnum pannukøkur við heimagjørdum rabarbusúltutoy, sum var kókað av rabarbum, sum hon hevði í havanum og eitt sindur av sukur.