So var tað mín túrur at hava bindiklubb í gjár. Og sjálvandi skuldi eg royna okkurt nýtt. Tað fyrsta var hesir lekru sjokuláta/guff/jarðber-muffinsarnir.
Muffinsarnir eru bara vanligur brúnir muffinsar, sjokulátan er ein góð myrk sjokuláta.
So eg fór út á netið og surfaði eina løtu og kom fram á eina lemon curd crepe cake. Eg helt at tað sá so óalmindiliga lekkurt út.
Úrslitið hjá mær er her
Má siga at hon var eitt sindur skuffandi. Smakkaði ikki líka væl, sum hon sær út. Men eg haldi at ein pannukøkulagkøku er ordiliga stuttlig at hava á borðinum, so tað fari eg at gera aftur, men næstuferð verður tað nokk við vaniljukrem og róma við jarberðum í millum.
Havi tíverri ikki uppskriftina á føroyskum. Men um tú brúkar translate.google.com so kanst tú umseta uppskriftina til eitt nú danskt.
Hevur tú uppskriftina uppá pannukøkukøkuna á føroyskum? 🙂
Sær sooo lekkur út