Gangi heima í barnsburðarfarloyvi í løtuni. Eg hugni mær saman við lítla nýfødda soninum, sum er ein so góður drongur, at eg eisini havi tíð til at stákast í køkinum og baka.

Vit høvdu mammubólk nú ein dagin, og tá bakaði eg hesa deiligu køkuna til allar mammurnar, sum komu at vitja.

Uppskrift til køkuna er her: Dvølja-dópur

Uppskrift til fondant er her: Summardvølja

Ein vinkona hevur eisini átt fyri stuttum. Til hana og hennara lítlu diddu bakaði eg hesar lekru jarðberja muffinsarnar

Hetta eru vanligir vanilju muffins við amerikanskari icing, uppskrift finnur tú her: Vaniljumuffins á síðu 17

Eg brúki sera ofta hesa uppskriftina og so koyri eg okkurt lekkurt í. Sum her, frísk jarðber. Onkuntíð hakkaða hvíta ella mjólkasjokulátu, marcipan, bláber ella smartis.