Blog Image

Dvølja

lekkur armbond

Binding og hekling Posted on Fri, August 01, 2014 12:14:49

Super smart armbond og mega løtt at gera.

Armbondini eru fingrabundin. Nú havi eg endiliga gjørt okkurt smart og brúkbart burturúr fingrabinding. Sum smágenta bundu vit ofta fingrabinding burturúr tógvrestum hjá mammu. Vit bundu langar strimlar, sum ikki kundu brúkast til nakað. Eg minnist at eg einaferð prøvaði at gera mær eina tasku burturúr fingrabundnu strimlunum, men tað riggaði ikki. Burdi kanska roynt tað aftur nú. Eina aðru ferð bundu eg og ein vinkona eina rúgvu av strimlum og bundu teir saman til teir komu allan vegin runt um húsini hjá okkum.


Hesi armbondini eru bundin burtur úr Hooked zpagetti, sum fæst í alskyns litum, eg havi valt hesar ljósu pastell og summarligu litirnir. Men eisini ber til at klippa eina gamla t-shirt í strimlar og binda við tí.


Bind vanliga fingrabinding, men kasta bara uppá tríggjar ella fýra fingrar. Brúkar tú allar fimm fingrarnar, verður armbandið ov tjúkt. Bint til tú fært tað um armin, tak av og knýt endarnar saman. Set síðani eina stóra perlu á hvønn enda og knýt.



Rabarbur og eitt sindur av sukur

Matur Posted on Thu, July 31, 2014 15:52:48

Eg havi altíð sagt at eg skal ikki hava nakran serligan hava, men ein køksgarð, tað skal eg hava! So tá eg fekk nakrar rabarburøtur úr Hvalba í vár gjørdi maðurin mær ein lítlan kassa at seta røturnar niður í. Ikki vóru røturnar nógvar, so eg keypti eisini fræ til rukola, persille og grønertrar. Saman við synunum hjá mær settu eg alt hetta niður fyrst í juni.

Spennandi hevur verið at fyljga við. Fyrst lítlir spírar, so lítlar plantur og so tá vit tóku tey fyrstu rukola inn og gjørdu eina lekra salat afturvið døgverðanum.

Og nú beint áðrenn ólavsøku sá køks-kassin hjá mær soleiðis út:


Nú veit eg at tað ber væl til at gera ein køksgarð uttanfyri hjá mær. Næsta ár verður tað ein størri køksgarður at fylgja við í. Fleiri ymiskar urtir og grønmeti og nógvar rabarbur. Eg elski alt sum hevur við rabarbur í, rabarbusúltutoy, rabarbutertur, rabarbumuffins, rabarbuís, rabarbusaft, ja so at siga alt sum hevur rabarbur er lekkurt.

Eg tók tær stórstu rabarburnar inn nú ein dagin, kókaði súltutoy og í meðan eg koyrdi tilfarið í grýtuna, kom eg at hugsa um ommu mína. Her stóð eg og tók tær rabarburnar, sum vóru klára, skar tær sundur koyrdi tær í grýtuna, nakað av sukur og so eitt sindur av vanilju. Eg plagdi at irriterast inn á ommu og mammu tá eg bað um uppskrift og tær søgdu “eitt sindur” av hesum ella hasum. “Eitt sindur”!! hvussu nógv er tað? Men nú geri eg tað sama, “eitt sindur” kemur sikkurt við árunum.
Eg minnist hvussu omma plagdi at koyra alt tilfarið til pannukøkur í bollan, onki við at viga ella máta, bara eitt sindur av hasum og eitt sindur av hesum og so pískaði hon við fullari ferð við pískirísi. Og hon gjørdi tær lekrastu pannukøkurnar! Hon gav okkum børnum pannukøkur við heimagjørdum rabarbusúltutoy, sum var kókað av rabarbum, sum hon hevði í havanum og eitt sindur av sukur.



Innbjóðingskort

Bloggur Posted on Tue, January 22, 2013 19:51:24

Januar og februar eru teir mánaðirnir, har brúðarpørini, sum skulu giftast um summari, byrja at hugsa og planleggja litir, blómur, pynt, menú og 100 onnur ting til teirra brúdleyp.

Sjálv eri eg langt síðani gift, men eg havi kortini sitið og spælt mær við innbjóðingskortum. Her eru nøkur, sum eg eri komin fram til:

Silvur/grátt

Grátt karton, silvur hálvtransperant papír, blomsturband, hvítt papír og ein hjarta-holara.

Svart og lilla

Svart karton, hvítt papír, lilla band, silvur-lím til límpistól og hjarta-forseglara.

Nógvir litir

Gult karton, hvítt papír og grønt silkiband




Jóladvølja 2012

Dvølja Posted on Mon, December 17, 2012 22:33:57

Les jóladvølju 2012 her



Pizzasniglar

Matur Posted on Wed, December 12, 2012 12:04:18

Tá eg baki pizzasniglar, fara teir ofta sundur í ovninum. Hetta helt eg var eitt sindur keðiligt, so seinast eg bakað sniglar, koyrdi eg teir í eina muffins-bakiplátu.

Úrslitið varð trillrundir pizzasniglar.



Dreingjakamar

Bloggur Posted on Sat, September 22, 2012 21:03:26

Nú var tíð uppá at gera kamari hjá mínum knapt fimm ára gamla drongi liðugt. Hann hevur eitt deiligt kamar, men tað hevur allatíð mangla okkurt runt um songina. Tað bleiv so til eitt “city skyline” í bláum og grønum.

Eg havi brúkt málaratape til at “tekna” býin uppá veggin og klipt lítlar fýrakantar av tape til vindeygu.

So er at bara at mála. Eg havi málað tveir umgangir av Lady veggja máling.

So at pilka alt tapið av aftur. Tá kemur tann stuttligi býurin fram

Ein annar veggur í kamarinum er í sama grøna liti, sum tað nýggja city skyline er. Á hesum vegginum eru tríggir bláir bilar úr wallstickers.



Bindiklubbakøkur

Matur Posted on Sat, September 15, 2012 16:55:23

So var tað mín túrur at hava bindiklubb í gjár. Og sjálvandi skuldi eg royna okkurt nýtt. Tað fyrsta var hesir lekru sjokuláta/guff/jarðber-muffinsarnir.

Uppskrift til guff er her

Muffinsarnir eru bara vanligur brúnir muffinsar, sjokulátan er ein góð myrk sjokuláta.

So eg fór út á netið og surfaði eina løtu og kom fram á eina lemon curd crepe cake. Eg helt at tað sá so óalmindiliga lekkurt út.

Uppskriftin liggur her

Úrslitið hjá mær er her

Má siga at hon var eitt sindur skuffandi. Smakkaði ikki líka væl, sum hon sær út. Men eg haldi at ein pannukøkulagkøku er ordiliga stuttlig at hava á borðinum, so tað fari eg at gera aftur, men næstuferð verður tað nokk við vaniljukrem og róma við jarberðum í millum.



Uglan á høvdinum

Binding og hekling Posted on Sat, September 08, 2012 20:27:10

Nú gerast kvøldini myrkari og myrkari. Bindiklubbarnir byrja aftur – so deiligt at koma saman við góðum vinkonum, práta, binda, eta – mmm allur tann lekri bindiklubbamaturin, nýggjar uppskriftir skulu roynast og vit taka stokkarnar fram aftur, eftir at teir hava hvílt seg í nakrar mánaðar. Ein deilig tíð.

Sjálv gleði eg meg at hava bindiklubb, eg fari at royna onkra nýggja uppskrift og tað er so hugaligt at hava bindiklubban sum “prøvikaninir”

Vit eru so smátt byrjaðar aftur við bindiklubbunum og hesa húgvuna havi eg bundið, nú teir fyrstu bindiklubbarnar eftir summarsteðgin.

Eg havi sæð so nógvar fittar ugluhúgvur á netinum í seinastuni, eg helt at Lukas hevði verið mega cute við einari uglu á høvdinum. So eg fann mær tvey-tráða navia restir fram, kastaði uppá og hetta er úrslitið. Eg haldi at hann er ordiliga fittur í ugluhúgvuni.

Nøkunlunda soleiðis er hon bundin: Hon er bundin úr erva og niðureftir. 36 eygu á stokk nr 6, havi lagt tveir tráðir saman. Havi tikið uppá allan vegin niður. Tá húgvan er umleið 16 cm, havi eg bundi tveir oyraklaffar, byrja við 11 eygum og so tikið av til bara 3 eru eftir. Loysti av og heklaði ein ljósabláan kant allanvegin runt.

Eyguni eru heklaði og nevið er bundið. Bindibondini eru flættaði.

Til okkum sum ikki eru so stinn í hekling so eru tvær síður við heklivegleiðingum her:

http://carina-howto.blogspot.com/p/hkle-vejledning.html

http://www.garnstudio.com/lang/dk/video.php?sort=2&thumbnails=on&categoryid=2



Next »